Illfýsið nýggjársveður

BySuðuroyarportalurin

31. desember 2025

Veðurstova Føroya: Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi kl 12:00, skrivað klokkan 08:15

Frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 5 til 8 stig.
Seinnapartin veksandi upp í strúkur í vindi upp í skrið, og hann gongur upp í útnyrðing, 13 til 18 m/s. Tað dregur á luftina til skýggjað og ælaveður. Tað verður kaldari, millum 2 og 5 stig.
Í kvøld veksur hann vindin upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s; í støðum eitt skiftið upp í 23 m/s. Skýggjað og regn ella vátakavi.
Í nátt og fyrrapartin í morgin strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Skýggjað og vátakavi ella kavi. Hitin millum -1 og 4 stig.

Facebook viðmerkingar