Tveir íðkarar úr Suðuroyar Judo úttiknir til U-15 landsliðið 

BySuðuroyarportalurin

20. januar 2026

Suðuroyar Judo fegnast stórliga í hesum døgum, tí tveir ungir og evnaríkir íðkarar í felagnum eru úttiknir til føroyska U‑15 landsliðið. Talan er um Marius Augustinussen av Tvøroyri og Elisabeth Vón Leo Bech úr Porkeri.

Marius Augustinussen, 14 ár, hevur íðkað judo síðan felagið varð stovnað í 2020 og hevur rokkið brúnt belti. Marius hevur ment seg nógv seinastu árini, hevur góð kappingarúrslit at vísa á og er millum fremstu ungu íðkarunum í felagnum.

Elisabeth Vón Leo Bech, 13 ár, byrjaði at íðka judo í 2023 og hevur longu rokkið grønt belti. Hóast stutta tíð í ítróttinum hevur hon skarað framúr við sínum náttúrligu evnum og ágrýtni. Elisabeth hevur eisini góð kappingarúrslit at vísa á.

Úttøkan er eitt stórt stig fyri bæði íðkararnar og felagið, sum seinastu árini hevur økt um virksemið millum børn og ung í Suðuroy. 

Felagið er sera stolt av Mariusi og Elisabeth og ynskir teimum hjartaliga til lukku og góða eydnu við komandi landsliðsvenjingum og kappingum.

Facebook viðmerkingar