Stroyming frá DM í inniróðri

BySuðuroyarportalurin

23. januar 2026

Leygardagin skulu rógvararnir við føroyska ungdómslandsliðnum kappast til DM í inniróðri i Gladsaxe.

Teir tríggir Arnar, Yngvi, og William eru saman við dagligi venjarum Gunnvá Arnfinsdóttir í Danmark.

DM byrjar kl. 9 danska tíð, tað er kl. 8 føroyska tíð – og stroymt verður frá DM.

William, sum rør í U13 aldursbólkinum, skal rógva kl. 10.12 og kl. 14.25 føroyska tíð.

Og Arnar og Yngvi, sum rógva í U15 aldursbólkinum, skulu rógva kl. 10.39 og kl. 14.37 føroyska tíð.

Leinkja til stroymingina er her.

Facebook viðmerkingar