Reyði Krossur søknast eftir tilnevningum til Ársins Fyrstuhjálpara 2025

BySuðuroyarportalurin

25. januar 2026

Reyði Krossur Føroya: Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

Eins og seinasta ár, fara vit eisini at lata Ársins Barnaheiður, ið verður latin børnum fyri serstakt avrik innan fyrstuhjálp.

Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Øll kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av dómsnevnd í fyrstuhjálpini hjá Reyða Krossi.

Uppskot kunnu sendast til Reyða kross á frymlinum á heimasíðuni: redcross.fo/tilnevning/, á telduposti: arsinsfyrstuhjalpari(at)redcross.fo ella sum vanligur postur til Stiðjagøtu 6, 100 Tórshavn.

Freistin at senda inn uppskot fyri 2025 er 4. februar 2026, kl. 14.00.

Facebook viðmerkingar