Nú hava tríggjar av stóru kommunum í Suðuroynni – Tvøroyar, Vágs og Hvalbiar kommuna – viðgjørt spurningin um at leggja tænastugjald á tóm hús. Og greitt er nú eisini, at tvær av teimum stóru kommununum leggja tænastugjald á tóm hús, meðan ein ikki fer at leggja tænastugjald á tóm hús.
Tænastugjald á tóm hús í Hvalbiar- og Tvøroyrar kommunu
Hvalbiar kommuna samtykti í desember 2025 at brúka heimildina at leggja tænastugjøld á tóm hús og leggja eitt tænastu gjald á tóm hús í Hvalbiar kommunu. Tænastugjaldið í Hvalbiar kommunu verður 7.945 kr. um árið, sum er tað hægsta, tænastugjaldið kann verða í 2026.
Eisini Tvøroyrar kommuna samtykti í desember 2025 at leggja tænastugjald á tóm hús í Tvøroyrar kommunu. Tað tænastugjaldið verður 6.700 kr. um mánaðin, men hevur Tvøroyrar kommuna eisini samtykt, at tænastugjaldið skal endurskoðaðast undan árskiftinum hvørt ár. Skoytast kann uppí, at Tvøroyrar kommuna væntar at fáa umleið 500.000 kr. inn í tænastugjaldið 2026.
Vágs kommuna onki tænastugjald
Á býráðsfundinum mánakvøldið viðgjørdi Vágs kommuna eitt uppskot frá fýra býráðslimum (Arna D. Brattaberg, Bárður G. Nielsen, Rógvi Kærbech og Jónleyg O. Finnsdóttir) um at leggja tænastugjald á tóm hús í Vági.
Tað eru umleið 110 tóm hús í Vágs kommunu og varð mett, at tænastugjaldið fór at geva eini 850.000 kr. í inntøkum hjá Vágs kommunu.
Tá atkvøtt varð um málið, atkvøddu fýra fyri málinum og fimm býráðslimir atkvøddu ímóti, og sostatt fer Vágs kommuna ikki at leggja tænastugjald á tóm hús í 2026.
Nógv tóm hús í Suðuroynni
Tá lógaruppskotið um tænastugjald á tóm hús var til viðgerðar í Løgtinginum á vári 2025, varð greitt frá, at omanfyri 2.500 hús standa tóm kring landið. Víst varð eisini á, at umleið 20% av øllum húsum í Suðuroynni standa tóm.


Facebook viðmerkingar