Jakob og Finn halda áfram sum høvuðsungdómsvenjarar

BySuðuroyarportalurin

28. januar 2026

FC Suðuroy: Komandi árini halda vit fram við týdningarmiklu verkætlanini, ið vit settu í gongd í fjør, fyri at menna ungdómsfótbóltin í FC Suðuroy. Í hesum sambandi settu vit tveir høvuðsungdómsvenjarar – ein á dreingjasíðuni og ein á gentusíðuni – sum hvør sín veg skulu tryggja eitt sterkt og haldbart grundarlag undir ungdómsfótbóltinum í felagnum.

Umframt leiklutin sum høvuðsungdómsvenjari á dreingjasíðuni verður Finn Johannessen í 2026 eisini hjálparvenjari á besta mansliðnum. Hetta er eitt týðandi stig fyri at styrkja yvirgangin hjá okkara ungu dreingjaleikarum upp í vaksnamannadeildina.

Á gentusíðuni heldur Jakob Skaaning fram sum høvuðsungdómsvenjari, og verður í 2026 – eins og í 2025 – eisini høvuðsvenjari hjá 1. deild kvinnum. Hetta tryggjar, eins og á dreingjasíðuni, ein greiðan samanhang í menningini av gentu- og kvinnufótbóltinum í felagnum.

Vit eru sera takksom fyri tað stóra arbeiðið, sum Jakob og Finn gera í FC Suðuroy, og vit gleða okkum at byggja víðari upp á hetta saman, skrivar FC Suðuroy á Facebook-vanganum.

Facebook viðmerkingar