Sambandið til Suðuroynna eisini avmarkað tórsdagin

BySuðuroyarportalurin

28. januar 2026
Mynd Bjartur V. Thomsen

Triðja dagin á rað er sambandið millum Suðuroynna og umheimin avmarkað av veðri.

Hann hevur ligið við vindi av landssynningi og eystri í fleiri dagar og veðrið í sjónum er har eftir, og hetta er eisini orsøkin til, at Smyril hevur broytt ferðaætlan seinastu dagarnar og ger tað eisini í morgin, tórsdagin.

SSÆ boðar frá, at fyri veður verða túrarnir hjá Smyrli av Havnini kl. 14.15 og av Krambatanga kl. 17.30 í morgin ikki sigldir, tórsdagin 29. januar.

Facebook viðmerkingar