Sambært uppgerð frá Kommunufelagnum eru tað umleið 2.200 hús í Suðuroynni, av teimum standa umleið 20% tóm. Tað vil siga, at tað standa umleið 440 hús tóm í Suðuroynni.
Samstundis hoyra okur at kalla hvørja viku um familjur, pør, einlig foreldur og einstaklingar, sum leita eftir bústaði í Suðuroynni – leita eftir húsum til keyps ella til langtíðarleigu.
Sum skilst, er tað tó ikki so einfalt at finna nakað at búgva í, hóast tað eru umleið 440 hús tóm í Suðuroynni.
Kommunurnar kunnu krevja tænastugjøld fyri tóm hús
Við lógini um Tænastugjøld á tóm býli, sum varð samtykt í Løgtinginum á várið í 2025, hava kommunurnar fingið heimild at krevja tænastugjald fyri tóm býli.
Í lógini í §1 er ásett: “§ 1. Kommununum verður heimilað at krevja tænastugjald frá eigarum av býlum, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum.”. Hetta merkir so eisini, at um fólk eru skrásett at búgva í húsinum / býlinum, so verður ikki kravt tænastugjald.
Tænastugjaldið er eitt brúkaragjald, sum skal fíggja útreiðslur, sum kommunurnar hava av at veita ávísar tænastur til hesi býli.
Eisini eggja til at leiga út ella at selja
Ein annar partur av endamálinum við tænastugjaldinum er eisini at eggja eigarum til at leiga út í langtíðarleigu ella at selja, um tey hóast alt ikki brúka húsini.
Júst hetta er eitt amboð, sum kommunurnar í nógv ár hava ynskt, fyri at forða fyri, at tað standa ov nógv tóm hús.
Um fólk so ikki vilja leiga út í langtíðarleigu ella selja, so gevur lógin heimild til, at krevja at betalt verður fyri tær tænasturnar, sum øll hús í kommununum fáa.
Varð tænastugjald kravt inn í øllum tómum húsum í Suðuroynni, so hevði hetta givið umleið 3,5 mió. kr. í inntøku til kommunurnar í oynni (440 hús x 7.945 kr. sum er mest loyvda tænastugjaldið).
Kommunurnar í Suðuroynni ymiskar á máli
Kommunurnar í Suðuroynni eru ikki samdar um at krevja inn tænastugjald fyri tóm hús.
Men um tænastugjald á tóm hús førir við sær, at fleiri hús verða leigaði út í langtíðarleigu ella seld og fólk flyta í tey tómu húsini, so er hetta til stóran fyrimun fyri kommunukassarnar, tí høvuðsinntøkurnar hjá øllum kommunum eru inntøkur frá persóns-skatti – inntøkur frá fólki, sum búgva í kommununum.
Tí eiga kommunurnar eisini at brúka teir møguleikar sum eru, sum kunnu leggja lunnar undir at fólk seta búgv og fólkatalið veksur í kommununum – og har eru tænastugjald á tóm hús so eitt amboð.
Dennis Holm


Facebook viðmerkingar