Eldur í sethúsum á Tvøroyri

BySuðuroyarportalurin

29. januar 2026

Løgreglan fekk fyri løtu síðani fráboðan um eld í einum sethúsum á Tvøroyri. 

Eitt fólk var í húsinum, og viðkomandi er fingin út í øllum góðum.

Eldurin er ikki sløktur enn, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur frá økinum, tí nógvur roykur er, og so at sløkkiliðið sleppur at arbeiða.

Facebook viðmerkingar