Kommunurnar í Suðuroynni 8,5 mió. kr. meiri í kommunuskatti í 2025 enn í 2024. Talan er um ein vøkstur á 4,6%, sum tó er nakað lægri enn miðal vøksturin fyri allar kommunur í landinum, sum var 7,0 % frá 2024 til 2025.
| 2024 | 2025 | Munur í kr. | Vøkstur í % | |
| Hvalbiar | 28.023.348 | 28.531.675 | 508.327 | 1,81% |
| Tvøroyrar | 72.736.190 | 75.515.650 | 2.779.460 | 3,82% |
| Fámjins | 3.123.884 | 3.660.876 | 536.992 | 17,19% |
| Hovs | 3.607.736 | 3.717.490 | 109.754 | 3,04% |
| Porkeris | 12.493.069 | 13.494.761 | 1.001.692 | 8,02% |
| Vágs | 54.338.771 | 56.652.332 | 2.313.561 | 4,26% |
| Sumbiar | 11.593.459 | 12.857.339 | 1.263.880 | 10,90% |
| Suðuroy tils. | 185.916.457 | 194.430.123 | 8.513.666 | 4,58% |
Allar kommunur í Suðuroynni høvdu hægri skattainntøkur í 2025 samanborið við 2024. Størsti vøksturin var í Fámjins kommunu, sum fekk 17,2% meiri inn í skatti í 2025 enn í 2024. Eisini Sumbiar kommuna fekk væl meiri inn í skatti í 2025, vøksturin var 10,9%.
Minsta vøkstur í skattainntøkum hevði Hvalbiar kommuna, sum fekk 1,8% meiri inn í skatti í 2025 samanborið við 2024.
Tunnilseffektin eisini í skattainntøkunum
Allar kommunur í landinum fingu meiri inn í skatti í 2025 enn í 2024, men tað er serliga í einum øki, at vøksturin var serliga stórur, og tað er í Sandoyar Sýslu.
Orsøkin til stóra vøksturin í skattainntøkunum í Sandoynni er uttan iva, at økið hevur fingið fast samband til meginøkið og til ein væl størri arbeiðsmarknað enn áður. Allar kommunurnar í Sandoynni høvdu stóran vøkstur í skattainntøkunum frá 2024 til 2025 – eins og tað sæst í talvuni niðanfyri.

Niðanfyri eru tølini fyri allar kommunur í landinum og fyri Landið.



Facebook viðmerkingar