Í uppskoti til ítróttaeldsálina 2025: Andrias tók judo við til Vágs

BySuðuroyarportalurin

3. februar 2026

KVF: Andrias Sumberg stovnaði Suðuroyar Judo fyri seks árum síðan. Tað legst afturat við íðkarum, sum stórtrívast, og tí er ótroyttiligi venjarin í uppskoti til Eldsálina 2025

Fyri seks árum síðan flutti Andrias Sumberg til Vágs saman við familjuni, men skjótt var greitt, at okkurt manglaði í Suðuroy: Judo.

Einki annað var at gera, enn at bróta upp úr nýggjum. Skjótt var Suðuroyar Judo sett á stovn, og sum árini eru liðin, eru íðkarar alsamt lagdir afturat. Nú er 35 íðkarar limir, og bæði børn og vaksin stórtrívast í felagnum.

 – Eg royndi at seta meg í samband við judosambandið fyri at vita, um tey høvdu nakrar eyka máttur liggjandi, fortelur Andrias Sumberg, sum nú er í uppskotið til ítróttaeldsálina 2025, sum ÍSF letur á Ítróttafagnaðinum í Varpinum 7. februar.

Men meir enn máttur skulu til fyri at skapa eitt gott ítróttaumhvørvi.

 – Tað vera tvey ár nú í summar, síðan mín byrjaði, og hon trívist so væl. Hann dugir so væl við børnum, og hann hevur so gott tol. Tað er tað týdningarmiklasta, tí børn eru ikki líka. Tí er tað so gott fyri tey, at hetta felagið er, sigur Kristina S. Mortensen.

Sí hvat Kristina S. Mortensen, Hallur Djurhuus og Linn Mohr Augustinussen siga um Andrias Sumberg í innslagnum á KVF.fo her.

Facebook viðmerkingar