Gamla siðverjan við tunnusláttri umborð á donsku verjuskipunum á føstulávint, á Tvøroyri, livir í ”bedste velgående”. Hóast sera nógv og ,tíverri, vaksandi virksemi á hernaðarliga økinum, so hevur danska sjóverjan funnið tíð til at vitja Tvøroyri og enn einaferð geva børnunum í oynni eina stóra uppliving.
Tiltøkini hava altíð verið sera væl vitjaði og alt hevur gingið upp á stás. Manningin gongur sera høgt upp í at børnini skulu hava ein góðan dag og stuttligt er at síggja, hvussu góður stemningurin altíð er.
Tiltakið fer av bakkastokki kl. 13:00 og heldur fram til kl. 15:00. Manningin letur heilsa, at børn og foreldur eru hjartaliga vælkomin umborð. Bollar, kakao og saft er eisini á skránni, so eingin nýtist at ganga svangur og tystur umborð. Manningin plagar eisini at sýna skipið fram, hesa løtuna meðan tiltakið er.


Facebook viðmerkingar