Gávugóðs til ungt listafólk úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum varð seinnapartin latið Nansý Sunadóttir, yrkjara
– Hetta er ein risastór viðurkenning fyri meg sum rithøvund!
Stóra smílið boðar frá, at hetta er ein góð løta fyri Nansý Sunadóttir, sum saman við nærmastu familjuni er komin á Loftsstovuna á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum til hátíðarhald á føðingardegi Thorvald Poulsen av Steinum, sum testamenteraði ungum og gávuríkum listafólkum árligt gávugóðs.
– Eg trúði tí ikki ordiliga, hóast Bergur (Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, red.) ringdi og fortaldi mær tað, flennur hon.
Nansý Sunadóttir, sum í fjør fekk Ebbu-heiðurslønina, sigur, at tað hevur týdning við slíkum herðaklappum, tí tað ber boð um, at ein alment verður sæddur sum rithøvundur.
– Eg komi í tankar um, at tá eg gav mítt fyrsta yrkingasavn út og segði, at “hatta var tað”, segði ein kona við meg “nei Nansý, hetta er bara byrjanin!”. Og tað er nakað um tað. Í vár fari eg fimm vikur í eitt rithøvundabýli í Gottlandi at skriva, og tað gleði eg meg til, sigur hon og lyftir glasið móti myndini av Thorvaldi, sum er frammi á stórskíggjanum, nú hann hevði havt føðingardag.



Facebook viðmerkingar