Ferðavinnan hevur seinastu árini verið í støðugum vøkstri eftir at tað fyri árum síðani varð gjørt eitt tilvitað val at satsa upp á ferða- og upplivingarvinnuna, har náttúran er høvuðsferðamálið og tað, sum skal draga útlendsk ferðafólk til landið.
Í mai 2024 varð lógin um Burðardygga ferðavinnu samtykt í Løgtinginum. Við lógini um Burðardygga ferðavinnu vórðu karmarnir kring ferðavinnuna skipaðir av nýggjum – og hetta var eisini tiltrongt, ikki minst í samband við regulering av gongd í haga, har undanfarna lógin var frá 1937.
Endamálið við lógini um Burðardygga ferðavinnu er at skapa karmar fyri ferðavinnuna og tey, sum reka landbúnað, umframt geva kommununum saman við bóndum og heimafólki heimild at skipa ferðavinnuvirksemi í ferðavinnuætlanum.
Lógin ásetur, at tað fyri føroyingar er frítt at ganga í haga.
Fyri útlendsk ferðafólk er eisini frítt at ganga á bygda á bygdagøtum, á útvaldum hagagøtum og fram við strondini – hetta í mun til ásetingarnar í lokalu ferðavinnuætlanunum.
Tá lógin var til viðgerðar í Løgtinginum fevndi ein partur av viðgerðini um kunning til útlendsk ferðafólk. Millum annað um at útlendsk ferðafólk máttu fáa kunning um hvussu viðurskiftini eru skipaði viðvíkjandi gongd í haga í Føroyum, soleiðis at tey vóru upplýst um hvussu tey skulu fyrihalda seg, tá farið verður út í føroysku náttúruna.
Slík kunning er ikki ókend aðrastaðni, har ferðafólk antin í flogfarinum, á flogvøllinum, ella í summum førum í kunningartilfari saman við bíleggingini av ferðini fáa kunning um hvørjar reglur eru galdandi fyri ferðafólk á náttúru- og umhvørvisøkinum.
So vítt undirritaði veit, so er hendan kunningin til ferðafólk, sum vitja Føroyar, ikki gjørd enn. Seinasta summar vóru tað eisini nøkur dømi í Suðuroynni um at ferðafólk ikki vistu um ásetingarnar í lógini um Burðardygga ferðavinnu – og tey av somu orsøk gingu út í náttúruna t.d. uttan at taka hædd fyri at tey gingu gjøgnum slátturjørð.
Spurningurin er so:
1. Nær verður kunningin til útlendsk ferðafólk klár?
2. Og hvussu er ætlanin at skipa hesa kunning?
Dennis Holm, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi
(Hesin spurningur skuldi setast sum munnligur spurningur ónsdagin 18. feb. 2026, men landsstýrismaðurin Eirikur í Jákupsstovu var burturstaddur, tí er spurningurin skrivligur)


Facebook viðmerkingar