Aglow skipar fyri tiltaki í Frelsunarherinum leygardagin

Leygardagin komandi, 9. Juni kl 16.00 skipar Aglow fyri hugnaligari samveru fyri kvinnur og menn í øllum aldri. Hetta verður í Frelsunarherinum í Vági.

Byrjað verður við einum góðum drekkamunni og lekrum salatum og kakum afturvið.
Síðani syngja tey ungu fyri í lovsanginum.

Vit fáa vijan av Heðin og Rúnu Lamhauge, sum koma at tosa til okkum .

Aglow er ein altjóða felagsskapur av kvinnum, óheftur av kirkjum og samkomum.

Eitt Aglow tiltak er altíð gott, hugnaligt, stuttligt, og ein fer altíð glaður til húsar aftur.

Facebook viðmerkingar