Kom og veva títt egna mynstraða band

ByMagnus Pauli West

25. februar 2026

Okur bjóða tær hjartaliga vælkomnan til eina hugnaliga 3-tíma verkstovu í veving.

Kom og lær teg listina at veva pick-up-bond og veva títt egna mynstraða band, sum tú kanst taka við tær heim. Tað er ikki neyðug við royndum – byrjarar eru vælkomnir!

Verkstovan verður leidd av Lenu Marczyńska, sum er partur av Arctic Digital Nomad. Hon býr í løtuni í Vági.

Dagur & tíð:

  • Fríggjadagin 27. februar kl. 9.00–12.00
    3 pláss eru eftir – tilmelding við at ringja á +298 239390
  • Fríggjadagin 6. mars kl. 17.00–20.00
    8 pláss eru eftir – melda til her

Stað: Vevstovan, Vágsvegur 77, inngongd niðri undir

Kostnaður: Ókeypis

Mál: Enskt

Tilfar: tak gjarna garn í tínum yndisliti við í fleiri litum, gjarna bumulls garn

Arctic Digital Nomad er verkætlan hjá Vágs Kommunu, sum er stuðlað av NORA.

Facebook viðmerkingar