Løgtingið samtykt at projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin

BySuðuroyarportalurin

25. februar 2026

Hesin ónsdagurin bleiv ein fantastiskur dagur.

Løgtingið hevur nú samtykt projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin.

Og eru okur nú einum stigi nærri, at farast kann undir at bora sjálvan Suðuroyartunnilin – sjálvt um tann avgerðin jú ikki er tikin nú.

Men JA – eg eri ein av teimum, sum vóni og vænti, at hetta er veruliga byrjanin til størstu íløgu í Føroya søgu – og tað verður heilt natúrligt, at hetta høga Løgting eina ferð seint á heysti í 2028 tekur avgerð um at seta gongd á at bora sjálvan Suðuroyartunnilin.

  • Tí hetta er ein íløga í at gera Føroyar størri – og samstundis gera Føroyar “minni” í ferðatíð 🙂
  • Ein íløga í fólk
  • Ein íløga í trivnað
  • Ein íløga í ungdóm og framtíð
  • Ein íløga í vinnumøguleikar
  • Ein íløga í framburð og menning
  • Ein íløga í javnbjóðis møguleikar
  • Ein íløga í at byggja land

Eg gleði meg til at fylgja arbeiðinum við Suðuroyartunlinum tey næstu tvey árini – eins og eg havi gjørt síðani 2018, tá okur skipaðu fyrsta fundin um Suðuroyartunnilin í Skúladeplinum í Suðuroy.

So ja, hetta bleiv ein fantastiska góður ónsdagur – og takk til tykkum øll, sum hava tikið eitt tak á leiðini.

Dennis Holm

Facebook viðmerkingar