Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-094/2025 frá Dennis Holm, løgtingsmanni, um burðardygga ferðavinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
- Nær verður kunningin til útlendsk ferðafólk klár?
- Hvussu er ætlanin at skipa hesa kunning
Viðmerkingar:
Ferðavinnan hevur seinastu árini verið í støðugum vøkstri,eftir at tað fyri árum síðani varð gjørt eitt tilvitað val at satsa upp á ferða-og upplivingarvinnuna, har náttúran er høvuðsferðamálið og tað, sum skal draga útlendsk ferðafólk til landið.
Í mai 2024 varð lógin um burðardygga ferðavinnu samtykt í Løgtinginum. Við lógini vórðu karmarnir kring ferðavinnuna skipaðir av nýggjum. Hetta var eisini tiltrongt, ikki minst í samband við regulering av gongd í haga, har undanfarna lógin var frá 1937.
Endamálið við lógini er at skapa karmar fyri ferðavinnuna og tey, sum reka landbúnað, umframt geva kommununum saman við bóndum og heimafólki heimild at skipa ferðavinnuvirksemi í ferðavinnuætlanum. Lógin ásetur, at tað fyri føroyingar er frítt at ganga í haga. Fyri útlendsk ferðafólk er eisini frítt at ganga á bygdagøtum, á útvaldum hagagøtum og fram við strondini –hetta í mun til ásetingarnar í lokalu ferðavinnuætlanunum.
Tá lógin var til viðgerðar í Løgtinginum,fevndi ein partur av viðgerðini um, at útlendsk ferðafólk máttu fáa kunning um,hvussu viðurskiftini eru skipaði viðvíkjandi gongd í haga í Føroyum, soleiðis at tey vóru upplýst um,hvussu tey skulu fyrihalda seg, tá farið verður út í føroysku náttúruna.Slík kunning er ikki ókend aðrastaðni, har ferðafólk antin í flogfarinum, á flogvøllinum, ella í summum førum í kunningartilfari saman við bíleggingini av ferðini fáa kunning um,hvørjar reglur eru galdandi fyri ferðafólk á náttúru-og umhvørvisøkinum.
So vítt undirritaði veit, er hendan kunningin til ferðafólk, sum vitja Føroyar, ikki gjørd enn. Seinasta summar vóru tað eisini nøkur dømi í Suðuroynni um,at ferðafólk ikki vistu um ásetingarnar í lógini um burðardygga ferðavinnu –og at tey tí av somu orsøk gingu út í náttúruna t.d. uttan at taka hædd fyri,at tey gingu gjøgnum slátturjørð.
Á Løgtingi,18. februar 2026
Dennis Holm
Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-094/2025 frá Dennis Holm, løgtingsmanni, um burðardygga ferðavinnu
Svarað verður undir einum:
Visit Faroe Islands hevur nógv kunningartilfar um at ferðast trygt í náttúruni, um at hava fyrilit fyri fugla- og djóralívi og um at halda seg til gøtur og merktar farleiðir, m.a. stóra faldaran Faroe Islands – Tourist Guide 2026 og gongufaldaran Hiking in the Faroe Islands.
Á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands er somuleiðis nógv kunning, og kunningin um trygd o.a. í sambandi við gongd í náttúruni er sera sjónlig. Harumframt er stórt yvirlit yvir gonguleiðir kring landið, ið ferðafólk kunnu brúka, umframt at Visit Faroe Islands brúkar sosialar miðlar at fáa boðskapin um rættan atburð út. Øll kunningin er stuðlað við umfatandi skelting og leiðbeining kring alt landið, har greitt verður víst á, hvar gonguleiðirnar eru og hvørji atlit skulu takast.
Í næstum fer Visit Faroe Islands eisini at almannakunngera eitt kunningarátak, sum við sera sjónligum skeltum á flogvøllinum og á øðrum almennum støðum skal vísa fólki á rættan atburð í náttúruni og aðrastaðni.
Nógvar kommunur, sum hava sent Tilfeingis- og vinnumálaráðnum sínar ferðavinnuætlanir, hava har sagt frá, at tær fara at gera átøk fyri at betra kunningina og boðini til ferðafólkini, har tað er neyðugt. Um so er, at tað í støðum ikki tykist vera greitt fyri ferðafólkum, hvørjar reglur eru galdandi, eru Visit Faroe Islands fús at veita ráðgeving um hóskandi skelting.
Ferðafólk kunnu tó ikki frammanundan vita, um atgongdin til ein ávísan haga er avmarkað, orsakað av rakstri ella øðrum landbúnaðarvirksemi akkurát tá tey høvdu ætlað sær at farið í hagan. Tí er best, um tey, ið varða av haganum, eisini seta upp skelti við portrið og møguliga seta fólk at ansa eftir, um tey vænta, at fólk kunnu koma at órógva.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 27. februar 2026
Eirikur í Jákupsstovu
landsstýrismaður


Facebook viðmerkingar