Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur nú svarað Dennis Holm, løgtingsmanni, í skrivligum spurningi um bólki 5 í fiskidagaskipanini.
Spurningur og svar kann lesast her.
Spyrjari: Dennis Holm, løgtingsmaður
Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaðurí tilfeingis-og vinnumálum
Evni: Bólkur 5 í fiskidagaskipanini
Spurningar:
1. Hvussu gongur við arbeiðinumat útinna samtyktina í løgtingsmáli28/2025?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjum ætlanuma rbeitt verður viðí hesum sambandi?
Viðmerkingar:
Ein samanrenning millum viðrák í náttúruni, eitt politisk val um at fylgja tilmælinum frá Havstovuni við fokus á burðardyggan fiskiskap og góðarfiskaprísirhevurført við sær, at tað seinastu mánaðirnar hevur verið nógv virksemi í heimaflotanum, eisini hjá útróðrarbátunum í bólki 5 í fiskidagaskipanini.
Góða gongdin heldur áfram í januar,og hava bátar í bólki 5 í tonsum fiskað 35% meiri í januar í ár enn í 2025, og avreiðingarvirðið er góð 57% hægri í januar í ár, samanborið við januar í 2025.
Góða gongdin í 2025 førdi við sær, at fiskidagarnir hjá bólki 5B vóru uppi um hálvan oktober í fjør. Hetta førdi eisini við sær, at Løgtingið 18. november samtykti uppskot til samtyktar um fiskidagar hjá bólki 5.
Løgtingið samtykti eisini at heita á landsstýrismannin um at javnseta bólk 5A og bólk 5B við hinar bólkarnar í fiskidagaskipanini, um at taka upp spurningin um smáar avreiðingar skulu telja við sum fiskidagar –og um at gera eina serskipan fyri opnar føroyskar bátar, sum er uttanfyri fiskidagaskipanina.
Nú farið er um hálvan februar er áhugavert at vita, hvussu líður við arbeiðinum.
Á Løgtingi,17. februar 2025
Dennis Holm
Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a fyrispurning nr. 52095/2025 frá Dennis Holm, løgtingsmanni, um bólk 5 í fiskidagaskipanini
Spurningar:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at útinna samtyktina í løgtingsmáli 28/2025?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjum ætlanum arbeitt verður við í hesum sambandi?
Svar til spurning 1 og 2
Arbeitt hevur verið í eina tíð at gera eina nýggja skipan fyri bátarnar í bólki 5 A og 5 B.
Bulurin í hesum arbeiði er at menna eina skipan, sum tryggjar nøktandi dagar til tey, sum liva av útróðri, og samstundis er løtt at umsita. Harumframt skal nýggja skipanin leggja upp fyri, at bólkur 5 B er ein samansettur bólkur, har stórur munur er á virkseminum hjá bátunum.
Ein partur av hesum arbeiði er m.a. at viðgera, hvat er eitt nøktandi dagatal til bátarnar í bólki 5 A og 5 B. Í hesum sambandi skal eisini metast um teir leistir, sum vera nevndir í uppskotinum til samtyktar.
Nú val er útskrivað, verður bíðað við nærri viðgerð, til eitt nýtt landsstýrisfólk er tilnevnt fyri økið.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 28. februar 2026
Eirikur í Jákupsstovu landsstýrismaður


Facebook viðmerkingar