Okur bjóða til eina veviverkstovu í Kelim veving, har tú fært høvi at royna veving við vevirammu og læra grundleggjandi teknikkir. Okur arbeiða m.a. við geometriskum formum, vevimynstrum og kreativari ending, sum t.d. frynsar.
Tá verkstovan er liðug, hevur tú:
- Eitt liðugt veva myndateppi klárt at hongja upp
- Vevirammu og amboð at taka heim við tær
- Nýggj hugskot og teknikkir til víðari veving
Verkstovan verður leidd av Lenu Marczyńska, listakvinnu, sum er ein av digitalu nomadunum, sum býr í Vági.
Dato: 12. mars 2026
Klokkan: 19:00–22:00
Stað: Miðlatún
Ókeypis (tilmelding á teldupost info@vagur.fo ella tlf 239390)
10 pláss
Mál: Enskt
Tilfar verður útvegað
Roynd sum óroynd eru vælkomin!


Facebook viðmerkingar