Grækarismessuhald í Vági sunnudagin

ByMagnus Pauli West

10. mars 2026

Sunnudagin 15. mars 2026 kl. 14.30 verður árliga Grækarismessuhaldið í Vági við Minnisvarðan, har vágbingar og gestir savnast at fagna várið og at bjóða tjaldrinum vælkomnum heim. Grækarismessa verður hildin um 12. mars, dagin tá føroyingar hátíðarhalda fyrsta tjaldrið, ið er eitt týðandi vártekin.

Í Vági hevur Grækarismessuhaldið í mong ár fevnt um røður, sang og felagssang, eins og tað sást í undanfarnum tiltøkum, t.d. í 2022, har skótarnir skipaðu fyri einum hugnaligum og væl vitjaðum haldi.

Í ár verður tað Miriam Jannit Norðberg, fødd og uppvaksin í Vági, sum heldur røðuna. Hon er leiðari á Ítróttarháskúlanum og eigur og rekur BRIM.

Sum vant luttekur Ljómur, ið við sínum vakra kórsangi setur ein heilt serligan hátíðarligan dám á løtuna. Kórið stuðlar eisini undir felagssanginum, sum er ein týðandi partur av løtuni.

Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, og aftaná verður boðið til ein drekkamunn í Miðlatúni, har okur fara at hittast, práta og njóta felagsskapin.

Við skótakvøðu

Skótaliðið Royndin, Vágur

  • Skótar og Úlvar møta kl 14.15 í skótahúsinum og skrúðgongan fer oman til minnisvarðan kl. 14.20.

Facebook viðmerkingar