Tórskvøldið 19. mars skipa næmingar á Miðnámsskúlanum í Suðuroy fyri pallborðsfundi í Skúladeplinum.
Evnið er “Okkara Framtíð” og fleiri valevni úr Suðuroy eru við.
Tað verður møguligt at keypa køku, kaffi og te fyri reiðan pening til frama fyri námsferð hjá flokkinum.
Hetta er eitt alment tiltak og øll eru hjartaliga vælkomin.


Facebook viðmerkingar