Hvar er ynskið um einar framtíðar Føroyar VIÐ Suðuroynni?

BySuðuroyarportalurin

17. mars 2026

Um eg sjálv skal siga tað, so eri eg vanliga optimistisk av lyndi, men fyri fyrstu ferð í øllum hesum politiska kjakinum um suðuroyartunnil, misti eg fyri fyrstu ferð optimismuna í gjár.

Eg havi altíð trúð uppá fólkið í landinum, og at man, í størstan mun, kann tað ein ynskir, um ein veruliga ynskir tað.
Tá úrslitið frá løgtingsvalinum í desembur 2022 var greitt, var eg avgjørd um, at nú fór at bera til at seta hol á hesa verkætlanina. Suðuroyggin stóð saman, og har vóru nógv góð og skilagóð fólk úr øllum flokkum vald á ting. Fólk, sum eisini ynsktu lív lagað uttanfyri Havnina. Fólk, sum enn minnast, hvussu kollveltandi hvør einasti tunnil í Føroyum hevur verið fyri nærøkið, sum tey búgva í. Fólk, sum tora at raðfesta og gera sítt arbeiði sum polittikarar, og tískil tora at skera, har tað er neyðugt, og raðfesta, har tað er neyðugt.

Gjøgnum samgonguskeiðið vóru ymsar avbjóðingar, ið so vanligt er. Politikkur kom uppí, og tað tykist sum um, at summi settu roknistykkið soleiðis upp: “Skal eg siga ja til Suðuroyartunnil, ella skal eg fara all inn at blíva vald/ur aftur næsta skeið.” Ein stórur meiriluti segði tó ja, men um ein hugsar um tann pallin, ja-sigararnir hava fingið í fjølmiðlunum, samsvarar tað als ikki, tí tað, sum enn einaferð verður DYRKAÐ, serliga í KVF, er tann neiliga síðan av øllum. So talutíðina fingu øll tey, sum eru ímóti!

Trapputingið í gjár bar tó prísin, og eg fór í song við einari kenslu av vónloysi. Tað kennist sum um hasi fólkini ikki trúgva uppá okum. Ikki trúgva, at okur eru nakað verd. Ikki trúgva okum, tá okur ferð eftir ferð siga, at tað er alneyðugt. Ikki trúgva okum, tá okur staðfesta, at hatta er tað, sum skal til. Eg má siga, at í hesum døgum kennist tað sum okur her suðuri eru 2. gradsborgarar í hesum landinum, og eg haldi at m.a. KVF eigur eina stóra ábyrgd av hesum.
Mær vitandi hevur ein stórur meiriluti samtykt, at verkætlanin skal bjóðast út. Hví kann man so ikki lata tað liggja har? Eg havi hoyrt tey flestu kjakini, og har siga so at siga allir flokkar seg vilja arbeiða við einum suðuroyartunli, og at fígging og haldføri sjálvandi skulu við í roknistykkið. Er tað ikki svar nokk? Eg tulki tað sum, at tey sum blíva vald, ætla sær at raðfesta, so at tað fer at bera til.
Hví skal KVF so ferð eftir ferð, til HVØRJA EINASTU POLITISKU SENDING hava suðuroyartunnilin sum høvuðsmál?
Hvat skulu tey ungu á Glasi velja ímillum? Haldføri ella Suðuroyartunnil?
Hvat skulu tey ungu á Kambsdali velja ímillum? Haldføri ella Suðuroyartunnil?
Hvat skal trapputingið á Argjum velja ímillum? Haldføri ella Suðuroyartunnil?
Hvat skulu fólk á gøtuni í Havn spyrjast um? Haldføri ella Suðuroyartunnil? Og ja, trapputingið í Suðuroynni bleiv eisini spurt um hetta, men tað bleiv ikki tikið uppá tungu av KVF aftaná – har valdu tey heldur at varpa ljós á kommunusamanlegging, ið tey VITA, at allar kommunurnar í oynni ikki standa saman um. Vinklingin hevur týdning, og øll vita, at KVF heldur ikki, at Suðuroyartunnilin skal gerast.

Eg eri annars ein av teimum, sum ynskir haldføri í búskapinum OG suðuroyartunnil, og eg veit, at man kann bæði. Men tá 4. statsvaldi ferð eftir ferð fær tað at ljóða sum tað er antin ella, so skilji eg væl, hví fólk ivast. Trapputingið í gjár vísti týðiliga, hvussu misskiltir suðuroyingar eru ímillum fólk – og tann eina ítøkiliga loysnin, ið kom á borðið í gjár, var at geva okum eina “hold kæft bolche”.

Hvar er samhaldsfesti?
Hvar er trúgvin uppá Føroyar sum land?
Hvar er trúgvin uppá, at allir borgarar í Føroyum hava týdning?
Hvar er virðingin fyri okum?
…og er nakað ynski um einar framtíðar Føroyar VIÐ Suðuroynni?

Skrivar Mariann Mikkjalsdóttir á Facebook-vangan sínum.

Facebook viðmerkingar