Útoyggjafelagið: Nú er valið nær og vit í Útoyggjafelagnum, harmast um, at útoyggjamenning als ikki er eitt evni í valstríðnum. Felagið sendi annars skriv (sæst niðast) til allar flokkar 05.03. Í sama viðfangi heittu vit á flokkarnar, at handa valevnum teirra skrivið, soleiðis at tey høvdu møguleika at brúka tilfarið í teirra valstríði.
Tað kann eisini tykjast undarligt, at útoyggjarnar fáa so lítlan ans, havandi í huga at 7 av 18 oyggjum, hava heitið útoyggj.
Útoyggjafelagið er á tí áskoðan at tað er av stórum týdingi, at Føroyar hava búseting og lív á útoyggjum okkara. At vit hava lív á útoyggjunum er millum annað týðandi lutur í landsins landbúnaði, ferðavinnu og fjølbroytni sum oyggjasamfealg.
Áheitan á allar politsku flokkarnar frá Útoyggjafelagnum
Vit uppliva í dag, at føroyska samfelagið er blivið demografiskt miðsavnað. Er tað ynski hjá politisku flokkunum, at hetta skal verða soleiðis?
Um nei – hvussu síggja tit demografisku støðu Føroya um 10 ár? Er tíðin ikki komin, til at gera nakað fyri útoyggjarnar?
Er ikki vandi fyri, at útoyggjarnar standa manntómar innan 10 ár, um einki verður gjørt?
Vit í Útoyggjafelagnum eru av teirri áskoðan, at verður einki munagott gjørt nú, er alt dagligt virksemi horvið úr útoyggjunum um 10 ár.
Útoyggjafelagið ynskir: Einar fjølbroyttar Føroyar, har fólk búleikast og virka um landið alt!
Vit vilja tí heita á polittisku skipanina um at seta hesi tiltøk í verk sum skjótast:
1. Útoyggjafelagið kemur á fíggjarlógina við 1.000.000 dkk. Hesin peningur skal nýtast til at seta ein aðalskrivara í felagnum. Hesin skal virka sum bindilið í millum nevndina í Útoyggjafelagnum og almennu mynduleikarnir, umframt at hjálpa íverksetum á útoyggj.
2. Eisini skal hyggjast at stuðulskipanum, ið kunnu fáa fólk at flyta aftur á útoyggj. Tað er týdningarmikið, at skapa arbeiðspláss fyri at fáa ein fólkavøkstur. Tí er sera umráðandi at stuðla undir tær vinnur, ið lata seg gera á útoyggj, og verður tá serliga hugsað um landbúnaðin og ferðavinnuna.
3. Tað er dýrt at seta búgv á útoyggj. Bæði tí, at byggikostnaðurin er væl hægri enn í meginøkinum, og at fíggingarmøguleikarnir eru sera avmarkaðir. Ein loysn kundi verði, at bygging av heilárshúsum á útoyggj, varð frítikin fyri MVG. Hetta, um so tað er treyta av bústaðarskyldu.
4. Samferðslan er umráðandi fyri trivna á útoyggj. Sum støðan er í dag, er samferðslan sum heild góð, men havnarløgini eru í sera ringum standi, og sera dýr fyri smærri kommunur at reka. Vit vilja tí mæla til, at Landsverk yvirtekur havnarløgini á útoyggjunum. Hetta, tí LV hevur vitan og førleikar at viðlíkahalda havnarløg.
Eisini eru aðrir tættir, ið kundu verði tiknir við her, men teir eru væl lýstir í Útoyggjaálitinum, og ískoytinum til Útoyggjaálitið, ið varð skrivað í 2025, sum kann lesast her: Útoyggjaálitið
Stigini mugu takast nú!


Facebook viðmerkingar