Digitalir nomadar við grafiskum teppi

BySuðuroyarportalurin

27. mars 2026

FabLab Vágur: Lena Marczynska er ein sjálvstøðugur sniðgevi við bakgrund í industriellum og listaligum sniði. Hun býtir sína tíð millum Ísland, Pólland og Portugal og arbeiðir í markamótinum millum burðardygg nýhugsan, ringbúskap og nútímans tekstil praksis.

Sum partur av uppihaldinum í Vági gjøgnum Arctic Digital Nomad Residency hevur Lena arbeitt samen við Anja Johansen kvøldskúla undirvisari og øðrum borgarum í vevstovuni undir Heilsumiðstøðini. Við stórari eldhuga og miðvísum arbeiði eydnaðist henni at gera sítt grafiska teppi liðugt.

Gjøgnum sítt 2 mánaðar langa uppihald helt hon fleiri veviverkstovur við ymiskum teknikkum. Í hesum sambandi nýtti hon hentleikarnar hjá Fab Lab Vágur til at 3D prentes útgerð og laserskera rammuvevar.

Hon hevur funnið íblástur í litunum í føroyska flagginum og í ríka fuglalívinum í Føroyum. Úrslitið sæst her.

Vit takka Lenu fyri hennara íkast til kvøldskúlan.

Foto: Agata Melnyk

Facebook viðmerkingar