Hvussu nógvar oyggjar eru í Finnlandi? Hvar liggur Finnland? Eru loyniligir tunnlar millum oyggjarnar – ella bara forvitnar likkur? Um oyggjar kundu tosa, hvørjar søgur høvdu Suðuroy og finski oyggjabólkurin so at siga hvørjum øðrum?
Okur fara at umrøða hesar spurningar – og nakrar afturat – saman komandi týsdag í Miðlatúni. Tú ert hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga oyggjarmáltíð!
Tað verður óformelt og hugnaligt: matur, myndir og samrøða.
Okur byrja við einari stuttari framløgu, sum umfatar:
- Nøkur áhugaverd fakta og myndir – til íblástur – úr finska oyggjabólkinum
- Nýggjar myndir úr Suðuroy frá Veikko
Eftir tað fara okur at njóta eina finska oyggjarmáltíð saman.
Hetta er eitt ókeypis og óformelt tiltak – uttan mun til um tú hevur vitjað finska oyggjarbólkin ella ikki ert heilt vís/ur í, hvar Finnland er á kortinum, so ert tú hjartaliga vælkomin.
Vinarliga melda teg til við telduposti í seinasta lagi 30.03. Skriva eisini í tilmeldingini, um tú hevur ovurviðkvæmi fyri ávísum mati.
- Dato og tíð: 31.03.2026, kl. 18:00–20:00
- Stað: Miðlatún
- Atgongd: Ókeypis (tilmelding við telduposti info@vagur.fo, 15 pláss)
- Mál: Enskt
- Tilfar: Verður latið á staðnum
- Aldur: Øll eru vælkomin
Fyriskipað av: Alina Sippolainen, Aaro Sippolainen og Veikko Kähkönen, luttakarar í Arctic Digital Nomad-verkætlanini í Vági.
Okur hava longu havt gleðina av at læra nógv av tykum at kenna – tað hevði verið deiligt at hittast aftur her, áðrenn okur øll fara aftur til Finnland at halda páskir!
English:
Archipelago Dinner at Miðlatún – Food, Photos, and Dialogues of the Islands
How many islands are there in Finland? Where is Finland even? Are there secret tunnels between islands, or just curious seagulls? If islands could talk, what stories would Suðuroy and the Finnish Archipelago share?
We’ll explore these questions, and a few more, together next Tuesday at Miðlatún. You are warmly invited to a cozy island dinner!
The format is simple and fun: Food, photos, and conversation.
We’ll start with a short introduction covering:
A few inspiring facts and photos from the Finnish Archipelago
Some fresh photos from Suðuroy by Veikko
After that, we’ll enjoy a Finnish Archipelago dinner together and continue the discussion.
This is a free, relaxed event – whether you’ve visited the Finnish Archipelago or aren’t quite sure where Finland is on the map, you are warmly welcome. Come alone or bring a friend.
Please register by email by 30.03. In your registration email, please let us know about any dietary restrictions.
Come eat and exchange ideas with us!
- Date & Time: 31.03.2026, 18:00–20:00
- Location: Miðlatún
- Entry: Free (registration by email info@vagur.fo, 15 spots)
- Language: English
- Materials: Provided on site
- Ages: All welcome
Organized by: Alina Sippolainen, Aaro Sippolainen, and Veikko Kähkönen, residents of the Arctic Digital Nomad residency in Vágur.
We’ve had the pleasure of getting to know many of you already – it would be wonderful to meet again here before we all head back to Finland for Easter!


Facebook viðmerkingar