Ferðavinnuætlan fyri Vágs kommunu verður løgd fram

ByMagnus Pauli West

30. mars 2026

Ferðavinnuætlanin fyri Vágs Kommunu varð samtykt á býráðsfundi í mars. Í hesum sambandi verður ferðavinnuætlanin løgd alment fram í Miðlatúni.

Arbeiðið at orðað ferðavinnuætlanina byrjaði á heysti 2025 og var liðugt við árs enda. Ferðavinnuætlanin varð gjørd í samband við løgtingslógina um burðardygga ferðavinnu. Við ferðavinnuætlanini hevur Vágs kommuna lagt út í kortið, hvussu arbeiðið við ferðavinnuni verður skipað.

Endamálið er at menna eina burðardygga ferðavinnu, sum er bygd á virðing fyri náttúru, djóralívi, heimafólki, vinnulívi og mentanini. Ferðavinnan í Vágs kommunu skal vera sosialt, búskaparliga og umhvørvisliga burðardygg og ganga hond í hond við lokala samfelagið. Hon skal skapa virðir og trivnað fyri ferðandi, heimafólki og vinnuna, samstundis sum hon verjir og varðveitir tað, sum ger Vágsbygd serliga.

Ferðavinnuætlanin verður løgd fram 8. apríl klokkan 15.00 í Miðlatúni.

Facebook viðmerkingar