Funnu gamalt sjórænaraskip tá teir dýpti

BySuðuroyarportalurin

1. apríl 2026

Mánadagin varð farið undir at dýpa á Vágsfirði. Hetta er neyðugt fyri at tey heilt stóru cruiseskipini, summi 250 m long, skulu kunna koma til kei, greiddi Edith Samuelsen, vinnumennari hjá Vágs kommunu frá í Kringvarpinum mánadagin.

Tíðliga í morgun fingu teir í Sandfrakt ein óvanligan fong í grabban. Eitt gamalt sjórænaraskip, sum hevur ligið á botni, djúpt niðri í sandinum, kom undan kavi.

Sum vera man hevur hetta stóran áhuga millum fólk og á veg til Oyrarnar er bilrøðin eisini long.

Arnfinnur Thomassen, søgukønur vágbingur meinar, at hetta kanska er skipið, sum rændi kring oyggjarnar í 1404, men tað er kanska ov tíðliga at siga.

Vágs kommuna hevur boðsent Tjóðsavninum, so greiða kann fáast á hvagar forkunnuga sjórænaraskipið stavar.

Facebook viðmerkingar