Tyrlan ger eykatúrar í dag

BySuðuroyarportalurin

4. apríl 2026

Tyrlan ger eykatúr millum Tórshavn – Froðba – Tórshavn í dag, leygardagin 4. apríl 2026.

Ferðandi, ið hava átrokandi tørv á at sleppa við á hesum túrum, t.d. skulu av landinum, hava 1. raðfesting. 

Ferðaætlan:
Tórshavn – Froðba kl. 10:00 Froðba – Tórshavn – Vágar kl. 10:30

Møguliga verður ein eykatúrur gjørdur afturat, um tørvur er á hesum.
Pláss er fyri 14 ferðafólkum.

Ferðafólk, ið ynskja sær pláss á hesum túrum, skulu møta við tyrlupallin 30 min. áðrenn fráferð, ella skjótast tilber í samband við túrin úr Tórshavn

Facebook viðmerkingar