Seinnapartin um 16.30 tíðina fór uppsjóvarskipið Ango av Vági og sum skilst verður hendan Ango ikki aftur at síggja á Vági, tí skipið er selt til Marokko.
Seinnapartin gekk leiðin tó til Havnar, har skipið skal upp á beding hjá Mest áðrenn leiðin gongur til Marokko.
Sum skilst er ætlanin at keypa annað skip fyri Ango, men í fyrsta umfari verður Jupiter leigað til at fiska svartkjaftakvotuna hjá Ango.


Facebook viðmerkingar