Hesi verða landsstýrisfólk

BySuðuroyarportalurin

10. apríl 2026
Screenshot

Tað er nú greitt hvørji verða landsstýrisfólk í nýggju samgonguni, hóast málsøkjabýtið ikki er endaligt niður í smálutir, tað verður tað mánadagin, hevur Beinur Johannesen, sum verður løgmaður, boðað frá.

Fólkaflokkurin:

Beinir Johannesen, løgmaður.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, fer millum annað at umsita mentamál, skúlamál, útbúgving og kirkjumál.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fer millum annað at umsita vinnumál, samferðslumál og útlendingaøkið

Sambandsflokkurin:

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, fer millum annað uttanríkismálum og fiskivinnumálum

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, fer millum annað at umsita heilsumál.

Javnaðarflokkurin:

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, fer millum annað at umsita fíggjarmál.

Margit Stórá, landsstýriskvinna, fer millum annað at umsita almannamál.

Facebook viðmerkingar