Spennandi skúlabygningur til Ítróttaháskúlan

BySuðuroyarportalurin

10. apríl 2026

Í dag varð avdúkað vinnandi uppskotið í arkitekta-kapping í samband við skúlabygning til Ítróttaháskúlan í Suðuroy.

Vinnandi uppskotið eigur MAP arkitektar. MAP arkitektar var einum av trimum fyritøkum, sum bjóðað at gera uppskot til nýggjan skúlabygning til Ítróttaháskúlan í Suðuroy.

Hinar báðar fyritøkurnar vóru Henning Larsen North Atlantic og Brim Arkitektar.

Vinnandi uppskoti fær 220.000 kr.

Nýggi skúlabygningurin verður bygdur niðanfyri Heilsumiðstøðina í Vági, uttanfyri gamla kirkjugarð og úteftir økinum á Løðhamri, har tað fyrr vóru fiskaframleiðsla og fiskapláss.

Miriam J. Norðberg, stjóri á Ítróttaháskúlanum, greiddi frá, at nú skal Nordea fonden taka støðu til verkætlanina. Og eru tey við, so verður farið undir at undir projektering og síðani bygging av skúlabygninginum til Ítróttaháskúlan.

Fleiri mmyndir koma um eina løtu.

Facebook viðmerkingar