Agatha Djurhuus til KA/Þórs í Íslandi

BySuðuroyarportalurin

14. apríl 2026

Agatha Djurhuus, sterki strikuleikarin hjá VB, fer næstu tvey árini at spæla hondbólt í Íslandi. Hetta er greitt eftir at Agatha hevur undirskrivað tvey ára sáttmála við KA/Þórs í Akureyri.

19 ára gamla Agatha hevur verið partur av øllum ungdómslandsliðnum og hevur eisini í vetur vant við A-landsliðnum hjá kvinnum.

Nú fer Agatha so at royna seg í íslendskum hondbólti og verður spennandi at fylgja evnaríka strikuleikaranum úr VB komandi árini.

Facebook viðmerkingar