Kafe letur upp í Seglloftinum

BySuðuroyarportalurin

16. apríl 2026

Mánadagin 20. apríl letur upp nýggja kafe í Seglloftinum á Tvøroyri.

Endamálið er at geva ferðafólki, lokalum og øðrum góðum fólkum ein møguleika at fáa sær ein kaffimunn, eina lætta máltíð og eitt stað at vera. -Matarskráin verður sera einføld, og tað er bert møguligt at hava opið gerandisdagar, tí mín fremsta raðfesting eru øll tey, sum hava leigað húsið til ymisk tiltøk, sigur Bindi Madsen, sum hevur kafeina.

Upplatingartíðir
Mánadag 12-18
Týsdag 12-16
Ónsdag 12-18
Tórsdag 12-17
Fríggjadag – sunnudag (skiftandi, alt eftir hvussu húsið verður brúkt)

Facebook viðmerkingar