Tórir og Sissal kláraðu kravtíðirnar til NMU

BySuðuroyarportalurin

28. apríl 2026

Swim open Tórshavn, sum var um vikuskiftið í svimjihøllini í Gundadali var seinasta freist at megna kravtíðirnar til NMU, EJM og EM, sum verður í summar.

Kravtíðin til at koma til NMU, sum verður í Oslo tann 29 og 30 juni er, at svimjararnir klára at svimja yvir 600 aqua stig, og tá kappingin var liðug um vikuskifti, vóru tað 2 svimjarar, ið høvdu megna hetta kravið.

Tað vóru Tórir Olsen (2011) úr Ægir, sum svam 16.59,53 í 1500 m frí, og svarar tað sil 622 aqua stig og Sissal Rógvadóttir (2010) úr Suswim, sum svam 50 m bringu við tíðini 34.49, ið svarar til 604 aqua stig.

Facebook viðmerkingar