Í 2016 fóru okur í Vági undir at fyrireika bygging av einari fótbóltshøll. Frá byrjan var tað ætlanin at hava eina høll, har fótbóltsvøllurin var 60 x 40 m. Í hesum sambandi vitjaðu okur eisini fleiri ymiskar fótbóltshallir í Íslandi.
Tað var rættiliga skjótt greitt, at ein høll í fullari stødd kravdi stóra íløgu. Tað vistu okur frammanundan.
Men ein annar partur, sum eisini gjørdist rættiliga greiður í tilgongdini, var, at umframt sjálva íløguna, so kundu tað eisini verða stórar mánaðarligar rakstraríløgur knýttar at einari stórari høll. -Ikki minst, tá talan var um eina fult bjálvaða høll við lítlum dagsljósi inn í høllina, har tað hvønn dag í árinum eru útreiðslur av upphiting, luftskifti og av ljósi.
Tí fall okkara val eisini á júst hesa høllina, sum ikki er upphitað og har dagsljós sæst inn gjøgnum dúkin, og har lítil orka skal til luftskiftið í høllini. FH á Hafnafjørðinum hevur tvær hallir av hesum slagum, ein á leið somu stødd sum í Vági og ein væl minni.
Ein kostnaðarmeting varð eisini gjørd. Uttan bygning við skiftirúmum, wc’um, alrúmi og fundarhølum, uttan rennibreyt og uttan klatrivegg, so kundi høllin standa liðug fyri 13-14 mió. kr.
Men hugsanin við Marghøllini var frá byrjan, at hon skuldi rúma so nógvum ítróttargreinum sum tilber, tí varð valt at taka við rennibreyt, klatrivegg og ikki minst bygningin við skiftirúmum vm. Kostnaðurin var tá høllin stóð liðug umleið 18,5 mió. kr.
Í hesum tíðarskeiðinum vóru okur eisini á fundi við FSF. Ein sera góður og jaligur fundur við leiðsluna í FSF. Leiðslan í FSF sá stórar møguleikar í okkara ætlan. -Hetta kundi verða byrjanin til at fleiri fótbóltshallir komu kring landið, tí íløgan var ikki so stór. Áhugin hjá leiðsluni at stuðla var eisini stórur.
Men spurningurin er so, um fótbólts-politikkur kom í málið?
Eftir fundin við FSF leiðsluna varð ein umsókn um stuðul úr Vági send FSF. Nú skuldi ein bólkur inni í FSF gera ein leist fyri at stuðla fótbóltshallum, áðrenn okur kundu fáa svar. Tað var alt væl skilt.
Nakrir mánaðir gingu og stuðulsleisturin gjørdist liðugur.
Í stuðulsleistinum varð nú skilt ímillum upphitaðar og óupphitaðar hallir, og um eg minnist rætt hallir í fullari stødd og minni hallir. Upphitaðar hallir kundu fáa góðan stuðul, men óupphitaðar hallir, sum tann í Vági, kundu fáa 1 mió. kr. í stuðli.
Hetta var fyri okkum rættiliga óskiljandi, tí við Marghøllini í Vági kundi endiliga koma gongd á at byggja fótbóltshallir í Føroyum. Hinvegin var okkara verkætlan ikki grundað á stuðul frá FSF, so hetta ávirkaði ikki okkara ætlan.
MEN um FSF hevði ein jaligari vilja til at stuðla hallum, sum Marghøllin í Vági, so er ongin ivi um, at fleiri hallir av hesum slagnum høvdu staðið uppi í Føroyum í dag – eins og tað gera í bæði Norra, Svøríki, Finnlandi og Íslandi – tí tær eru væl bíligari at byggja og bíligar at reka.
Marghøllin hevur ávirkað fótbóltin í nærumhvørvinum
Eitt av endamálunum við Marghøllini í Vági var at menna fótbóltin í nærumhvørvinum.
Tað er eisini sjón fyri søgn, at frá at tað var langt ímillum at leikarar úr FC Suðuroy vóru á ungdómslandsliðum áðrenn Marghøllina, so er tað í dag gerandiskostur.
Hví?
Jú, tí leikarar hjá FC Suðuroy í øllum aldri, frá “pinku”-fótbólti undir skúlaaldur til vaksnamannafótbólt og oldboys og -girls venja øll í góðum umstøðum alt árið – uttan ávirkan av vindi, regni og kava.
Spurningurin er so, um fótbólts-politikkur førdi við sær, at stuðulsskipanin til hetta slagið av hallum gjørdist so vánalig, við tí úrsliti, at tað framvegis bara er ein innandura fótbóltshøll í Føroyum?
Í Vági eru okur ómetaliga glað fyri Marghøllina, tað haldi eg, at tað er breið semja um.
Dennis Holm


Facebook viðmerkingar