Í vikuskiftinum er Dansibandsfestivalur í Vági. Vikuskiftispassini eru útseld og tað eru kampingplássini eisini. Men sum vant, so er almennur dansur bæði fríggjakvøld og leygarkvøld, sum fólk kunnu fara til.
Kampingplássið vesturi á Eiðinum – eystanfyri Vágs Høll og vestafyri høllina – er nú við at fyllast og tað Smyril er komin suður seinnapartin, eru teir flestu kampingvognarnar, um ikki allir, komnir uppá pláss og eru klárir til Dansibands-vikuskiftið í Vági.



Facebook viðmerkingar