Ljósfestin í Vági: Okur kunnu hervið avdúka at okkara framúrskarandi tónleikarin Annika Hoydal spælir til Ljósfestina í Vági leygarkvøldið 15. august.
Livandi legendan Annika Hoydal kemur við tónleikabólki sínum at framføra fyri okkum í Vági og okur eru henni og hennara tónleikabólki sera takksom fyri at hon kemur til Vágs.
Annika er framvegis framúrskarandi sangarinda og tekur enn øllum á bóli við sínari framúr skarandi rødd og framførðslu á pallinum.
Okur kenna øll, til hennara stóra úrval av tónleikaskattum gjøgnum fleiri ættarlið, sum hava fylgt okkum øllum við gleði, til dagin í dag.
Annika Hoydal er uttan iva ein av okkara størsta tónleikaskald, yvirhøvir.
Har hon m.a saman við Harkaliðnum, gjørdi eitt hav av tónleika hittum fyrst í sjeyti og upp til áttatí árini.
Har Annika saman við okkara mætastu tónleika úrmælingum innan føroyska tónleikaheimin yvirhøvir hava sett sínu djúpu spor í okkara tónleikahjørtu.
Har mætir tónleika úrmælingar sum Kára Mouritsen og Jógvan Dahl sálar vóru partar av Harkalíðnum saman við livandi legenduni Jógvan Telling Joensen. Har nevnast skal at Jógvan Dahl er ættaður og uppvaksin í Vági. Somuleiðis var pápi Jógvan Telling Joensen, Eigil Jornsen var ættaður úr Vági.
At Annika sum herfyri kundi feira ein 80 ára føðingardag, er ein tann størsta stjørnan í føroyska mentanarlívi yvirhøvur, er eingin ivi um.
Síðani miðskeiðis í sekstiárunum hevur hon verið sangari, sangskrivari og sjónleikari í Føroyum og uttanlands, og hon er framvegis sera virkin á føroyska mentanarpallinum.
Annika Hoydal hevur sum sum nevnt verið solistur og sum partur av Harkaliðnum sungið eina langa røð av sangum, sum eru vorðnir fólkaogn: “Aldan”, “Í dans”, “15 ár”, “Lisa”, “Ólavur Riddararós” og fleiri.
Fleiri av hennara tónleikaskattum eru gjørdir saman við framúrskarandi bróður hennara Gunnar Hoydal og har eisini Jógvan T Joensen samasetti tónleikin til eitt nú Harkaliði.


Facebook viðmerkingar