Nýtt lív í gomlu krambúðina hjá Thomsen

BySuðuroyarportalurin

15. mai 2026

Mánadagin 18. mai kl. 11:00 lata dyrnar upp fyri nýggjari kafé, í gomlu Krambúðini hjá Thomsen. Søguligu hølini vóru upprunaliga karmur um úthandilin hjá danska einahandilin, síðan handilin og seinni Krambúðin hjá T. F. Thomsen og seinastu árini vóru hølini kend sum ”Pubbin”.

Tað er Ansgar Sørensen, ið hevur tikið stig til at reka kafé og er hann  sera spentur upp á at síggja, hvussu móttøkan verður. ”Afturat hesum, so eru vit saman við Tvøroyrar kommunu um eina royndarverkætlan, har tær tænastur, ið Kunningarstovan vanliga hevur tikið sær av, verða staðsettar her á kaféini”, sigur Ansgar.

Tvøroyrar kommuna hevur í hesum sambandi tikið avgerð um at staðseta Kunningarstovuna í Kafé Kgl Handilinum sum eina royndarverkætlan. Kommunan eigur hølini, eftir at býráðið 8. mars 2021 samtykti at keypa ognirnar eftir A/S T. F. Thomsen. Talan er um søguligar og friðaðar bygningar, sum eru ein týðandi partur av samleikanum hjá Tvøroyri, og sum kommunan ynskir at varðveita og nýta til alment gagnligt endamál.

Kommunan hevur keypt útgerð og neyðugt innbúgv til kunningarpartin, soleiðis at hølini kunnu virka bæði sum kafé og sum eitt livandi kunningarstað fyri ferðafólk, vitjandi og borgarar. Ætlanin er, at Kunningarstovan í Kafé Kgl. Handilinum skal røkja tær vanligu kunningartænasturnar, men eisini vera við til at miðla tiltøk, upplivingar og annað virksemi í kommununi.

Hann sigur eisini, at eftir at hava arbeitt í ferðavinnuni síðan 2019, so helt hann at her var stórur tørvur á einari kafé, ið eisini lagaði seg til siglingina hjá Smyrli. Ofta koma fólk til býin áðrenn opið vanliga er á kaféunum og tey fara avstað 1-2 tímar eftir at afturlatið er. Tí er eitt holrúm, ið hann vónar at nýggja kaféin kann fylla út. ”Nú royna vit hetta fram til januar 2027, so eftirmeta vit um tørvurin veruliga var til staðar, ella onkur tillaging skal til”, sigur Ansgar.

ANNA HAMMER SKAL STARVAST KAFÉ KGL. HANDILIN

”Kafé Kgl. Handilin” kemur nýggja kaféin at eita og tað verður Anna Hammer, ið kemur at starvast á kaféini og standa fyri dagligu leiðsluni av henni. Anna er úr Havn, men í næstum flyta hon og maðurin, ið er úr Hvalba, til Hvalbiar saman við synunum, ið eru 7 og 4 ára gamlir.

Anna er útbúgvin innan International Hospitality Management og er hon eisini útbúgvin Service- og Upplivilsisøkonom. Hon er sera spent upp á uppgávuna, og metir at fyritreytirnar eru sera góðar fyri at fáa gjørt nakað munagott á havnarlagnum á Tvøroyri.

”Eg havi ávísar royndir á økinum og tá Ansgar setti seg í samband við meg, so ivaðist eg ikki leingi, tí hetta sá so spennandi út. Eg haldi her er stórt potentiali lokalt og vit fara at leggja okkum eftir, at brúka lokalar veitarar, í so stóran mun sum gjørligt”, sigur Anna. ”Eitt nú verður tað Breyðkassin, ið kemur at veita okkum smyrjibreyð”, legði Anna afturat. Ansgar viðmerkti, at ”tað verður højtbelagt smyrjibreyð, ikki tað, ið vanliga er til keyps”.

FØLA SEG FRAM OG KLÁR AT TILLAGA

Bæði Ansgar og Anna eru á einum máli um, at nú verður byrjað og so sæst hvør tørvurin er á vøruúrvali og upplatingartíðum.

Ansgar sigur, at kaféin hevur fingið fulla løggilding og eisini skeinkiloyvi. Afturat áður nevnda smyrjibreyði og væl smakkandi bakstri frá Breyðkassanum, so fer at bera til at fáa sær ein kaffimunn, vín og øl. Er veðrið til vildar, so verða borð eisini sett upp uttanfyri.

Í kaféini verða m.a. ullavørur, frá Sirri, til keyps, eins og ymisk ferðaminni(souvenirs) við tilknýti til Føroyar, verða á hillunum.

Mánadagin verður, sum áður nevnt, latið upp kl. 11:00 og latið verður aftur kl. 18:00. Soleiðis verður opið frá mánadegi til fríggjadag komandi tíðina, men Ansgar sigur, at tað fer skjótt at verða opið leygar- og sunnudagar eisini.

Facebook viðmerkingar