Ferðamannaskipið Le Lyrial liggur við Tvørakei í morgun. Umborð eru 175 ferðafólk og manningin telur 154.
Skipið legði at kl. 08:00 í morgun og loysir aftur kl. 17:00. Bussar stóðu á havnalagnum og tóku ímóti gestum, ið skuldu ein túr ymsastaðni í oynni og eitt annað ferðalið fór gongutúr við lokalum ferðaleiðara.
Á havnalagnum er frammanundan sera nógv virksemi í løtuni, men væl var sperrað av, soleiðis at ferðafólkini kundu koma trygt til og frá. Hugnaliga Kafé Kgl. Handilin er eisini opin í morgun, í samband við vitjanina.
Le Lyrial fór av bakkastokki í 2015 og hoyrir til reiðaríið Ponant, sama reiðarí, ið rekur Le Bellot, ið vitjaði í síðstu viku. Skipið er 142 metrar langt og kann taka upp til 244 ferðafólk.
Her kann lesast meira um skipið og myndir eru at síggja, av sera snotiligu umstøðunum umborð.
https://en.ponant.com/cruise-ships/le-lyrial


Facebook viðmerkingar