Seinasta mánaðin hava suðuroyingar verið á vegnum fyri at stuðla Sclerosufelagnum við peningainnsavnan til gransking innan økið.
47 luttakarir hava verið úr Sandvík suður til Sumbiar.
Primus motor eru Sørin og Rudi Bruhn, sum áður hava verið við í tiltakinum og savnað nógvan pening.
Nú hevur rørslufelagið Hvistan tikið undir við átakinum og hava vit fingið 47 suðuroyingar út at ganga / renna 100 km hvør í mai mánað.
Hvistan og luttakarnir sjálvir hava nú fingið 4.700 km og 7.800 kr í kassan
Vit runda tiltakið av í Miðlatúni kl. 18 í kvøld har Sørin Bruhn greiður frá lívinum við sclerosu.
Tilsamans eru komnar 2,5 milliónir kr. inn í danska ríkinum við hesum tiltakinum.


Facebook viðmerkingar