Í vikuskiftinum er 13. umfar í 1. deild á skránni. Bæði Suðuroyarliðini í 1. deild spæla hetta vikuskiftið á útivølli.
FC Suðuroy spælir leygardagin ímóti HB á Ovara vølli í Gundadali. Dysturin byrjar kl. 13.30.
TB skal til Runavíkar leygardagin har tað verður stevnudystur á Eystanstevnu við Løkin ímóti NSÍ. Dysturin byrjar kl. 16.00.


Facebook viðmerkingar