Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í serstakari bók

BySuðuroyarportalurin

17. juni 2026

Tað eru í ár 100 ár liðin síðani fyrsta jóansøkan varð hildin í Vági. Og á hesum serstaka degi verður bókin “Far vestur á Eiðið” útgivin. Seinastu mongu mánaðirnar hevur Óli Holm brúkt mangar løtur til at skriva eina bók, sum nú er búgvin at útgeva. Hon inniheldur brot úr ríku søgu Vágs Bóltfelags. Søgur úr gerðabókum – summar skrivaðar fyrst í 1900 talinum- og úr egnum dagbókum. Myndir, frásagnir og serstøk minni, sum nú eru sett saman í góðar 300 síður um fyrstu 100 árini hjá VB. Fríggjadagin á Jóansøku kl. 15.30 verður bókaframløgan í Biskupskeldu í Vági. 

Tað var í Klubbanum í Vági 5. juni í 1905, at menn tóku stig til at stovna eitt ítróttarfelag. Tað var tað triðja av sínum slagi í Føroyum, og lítið er at taka seg aftur í, at tað hevur ment seg ófatiligt gjøgnum hesi 121 árini. 

Felagið hevði tiltøk síni tey nógvu fyrstu árini á Sandinum í Vági, har ein stór veit gjørdist ein týðandi lutur í at vinna fyrstu dystirnar móti grannunum í oynni. Kundi tú skumpa mótstøðumannin í veitina, stóð væl til at vinna dystin. 

Í 1924 flutti felagið sítt virksemi vestur á Eiði í Vági. Ein perla í Suðuroynni, sum ivaleyst hvørs mansbarn í Føroyum kennir í dag- í øllum førum um tú hevur íðkað ítrótt fyri ella ímóti VB og seinni FC Suðuroy. 

Í 70’unum vóru tankarnir hjá stigtakarunum í Klubbanum í 1905 fluttir eitt stig víðari á leiðini, tá ið fyrst VB-húsið varð bygt og síðani stór ítróttarhøll, fyri nú at nevna tvey risa stig úr rúgvuni. 

Tað hava sjálvsagt verið nógvir ótrúligir dystir, hjartasorgir og gleðisrúsir vesturi á Eiðinum gjøgnum árini. Summar dystir hevur VB vunnið, onkur FM heitir og altjóða dystir, meðan felagið hevur ligið eftirá í øðrum. 

Men fótbóltur er meira enn bara dystir og úrslit. Tað eru vinarløg bæði í Føroyum og uttanlands, bygdamenning og samanhald. Tað eru ótaldar løtur í gleði og sorg, í vinalagi og í orrustu, sum í felag kunnu mynda eitt heilt lív. 

Tað hevur tað gjørt hjá rithøvundanum Óla Holm í Vági, sum stóran part av sínum 81 árum hevur brúkt óteljandi løtur fyri og við VB. Fyrst sum heilt ungur áskoðari, síðani sum fótbóltsspælari, formaður, nevndarlimur, fjeppari og stuðul og nú sum abbi at summum teirra, sum enn síggjast á plenuni avgerðandi løturnar vesturi á Eiðinum. 

Tað er óhugsandi at siga frá øllum einstøkum hendingum frá 1905 til 2005. Men gjøgnum eitt langt lív við stórum áhuga fyri øllum, sum viðvíkur ítróttinum á Eiðinum, hevur Óli Holm savnað saman gerðabøkur, skriva dagbøkur, og funnið fram myndir og frásagnir, sum ivaleyst eru týðandi perlur í søguni, sum nú eru festar á blað. 

Í bókini “Far vestur á Eiðið”, tekur Óli Holm saman um sumt av tí, sum hann hevur funnið fram til. Vit lesa fakta um stór tøk í bygdini, um stórsligin úrslit, um serstøk minnir og mangar merkisverdar løtur, sum bara ítrótturin kann skapa. 

Við góðum 300 síðum útkemur “Far vestur á Eiðið” fríggjadagin á Jóansøku 2026. 

Øll eru hjartaliga vælkomin til Vágs til bókaútgávu í Biskupskeldu fríggjadagin 19. juni klokkan 15.30. 

Rithøvundurin lesur brot úr bókini, og Robert Mc. Birnie spælir nøkur løg. Aftaná bókatiltakið verður – sum siður er – farið vestur á Eiðið til grannauppgerð millum FC Suðuroy og TB.

Facebook viðmerkingar