Fríggjakvøldið á jóansøku er grannauppgerð á Eiðinum, tá FC Suðuroy og TB í 1. deild spæla.
Var dysturin á skrá fyri 5 umførum síðani, so hevði heimaliðið FC Suðuroy helst verið favorittur eftir 9 dystir við 8 sigrum og einum javnleiki. Men síðani tað hevur FC Suðuroy tapt fýra dystir á rað, seinast ímóti HB í Havn.
TB hevur hvat ein skiftandi kappingarár higartil við tapum, javnleikum og sigrum. TB tapti í seinasta umfari ímóti B36 á heimavølli, men vann vikuna áðrenn ímóti FC Hoyvík og spældi áðrenn tað javnleik í trupla útidystinum ímóti Víkingi.
Ein grannauppgerð kann fara allar vegir, verður ofta tikið til. Fríggjakvøldið er í øllum førum spenningur í luftini, tí ongin greiður favorittur er undan dystinum. Megnar FC Suðuroy at venda gongdini? Klára TB at toga enn ein sigur í hús?
Tað er kl. 18 fríggjakvøldið á Eiðinum at FC Suðuroy og TB spæla jóansøkudyst.


Facebook viðmerkingar