Kunning frá Hvistuni
Góðu luttakarar
- juni verður okkara Føroya Sunnasta hálvmarathon 💪
Smyril fer av Havnini leygarmorgunin kl. 07.00 og siglir av Krambatanga aftur kl. 18.30.
Luttakarar kunnu heinta startnummur í skúlanum á Tvøroyri frá kl 10.00 leygarmorgunin.
Gangarar byrjað kl 12.00
Rennarar byrjað kl 13.00
Tey sum luttaka á 10 km teininum byrjað kl 13.00 við sunnara enda á Hovstunnilinum.
Starturin til Hálvmarathon verður í skúlagarðinum á Tvøroyri og málið er vestanfyri Vágs Høll, vesturi á Eiðinum, bæði fyri Hálvmarathon og 10 km.
Bussar hjá SSL koyra frá Vágs Høll kl 17.35 á Krambatanga. Um størri bólkar ynskja at koyra við bussi kan tilmeldast á fart. 23 95 54
Økið eystanfyri Vágs høll verður brúkt til kamping og tí verður øll ferðsla víst til inngongd vestanfyri.
Vónandi fáa vit ein góðan og hugnaligan dag saman.
Hvistan


Facebook viðmerkingar