Repair Café í FabLab í Vági

BySuðuroyarportalurin

28. juni 2026

Dugir tú at seyma, umvæla elektrisk tól, skrúva uppá maskinur ella dámar tær væl at finna loysnir á praktiskum trupulleikum? So hevði Repair Café í Vági kanska verið nakað fyri teg.

Repair Café í Vági er eitt burðardygt átak í FabLab, har fólk kunnu koma við lutum, sum eru gingnir fyri, og fáa hjálp til at umvæla teir í staðin, heldur enn at burturbeina lutirnir.

Okur geva nýtt lív til støvsúgvaran, umvæla smærri elektrisk tól, seyma skrødd klæði, seta nýggir knappar í og og fáa gamlar lampur til at lýsa aftur. Saman hjálpast okur at varðveita tað, sum framvegis kann brúkast.

Endamálið er at minka um burturkast, fremja burðardyggari nýtsluvanar og skapa áhuga fyri grønu umstillingini – samstundis sum fólk hittast og hjálpa hvørjum øðrum.

Les meira her.

Facebook viðmerkingar