Ónsdagin tann 6. mai fóru vit aftur á hugnaliga útferð við okkara gomlu á “Bú og Heimatænastuni” í Suðuroy, til Havnar á hotel.
Leiðin gekk norður við Smyrli kl. 11.30 mikumorgunin tann 6. mai.
Komin til Havnar gekk leiðin fyrst til Skálavíkar, har vit vitjaðu á eftirskúlanum Brúgvin. Har fingu vit góðan drekkamunn, meðan tey greiddu frá skúlanum og virkseminum har. Eisini sótu næminganir millum okkum og fingu vit sera góð prát við tey.
Síðan gekk leiðin á Hotel Føroyar, har øll rullan tjekkaði inn. Eftir at øll høvdu fingið eina song og komu uppá pláss, fingu vit ein góðan døgurða uppi í matstovuni á hotellinum, meðan Magni Christiansen sang nakrar sangir fyri okkum og gjørdi kvøldið sera hugnaligt.
Tórsdagin byrjaði dagurin við góðum morgunmati á hotellinum, við sínum serstaka flotta útsýni. Eftir at øll vóru mett og væl sett, gekk leiðin niðan á Tjóðsavnið. Har bleiv keypt ymiskt úr handlinum. Tey selja ymiskt vakurt ”souvenir” har. Eisini royndu vit ymisk gomul klæðir og fingu tikið nógvar góðar og stuttligar myndir.
Framhald undir myndini.

Síðan gekk leiðin vestur í Vágoynna, har vit vóru á Café Zörva og fingu lekra indiska buffét.
So gekk leiðin aftur á hotellið, har nøkur fingu sær ein blund, meðan onnur settu seg í loungini og slappaðu av. Onnur fóru shoppingtúr í SMS.
Eftir shoppingtúrin og eftir, at øll høvdu fingið eygu aftur, fóru vit upp í matstovuna, har vit fingu lekra trýrættar menu, meðan Jón Krosslá Poulsen sang fyri okkum. Eisini sungu vit felagssangir, meðan John, Marjun og Terji spældu undir við guittara – so tað var sangur, gleði og hugna bæði kvøldini.
Fríggjadagin gekk leiðin suður aftur við Smyrli kl.13.00.
Framhald undir mynduunm.




Vit vilja takka manningini á Smyrli, sum altíð er so hjálpsom, tá vit koma umborð við okkara gomlu. Allur túrurin var sera góður og eru tey gomlu glað og takksom.
Innsent frá starvsfólkunum, sum vóru við á túrinum


Facebook viðmerkingar