Nýggj kafe í Fámjin

BySuðuroyarportalurin

21. juli 2026

Ein av nógv vitjaðu og vøkru bygdunum í Suðuroynni er Fámjin, einasta bygd, sum er vestantil á Suðuroynni – og við nýggja Fámjinstunlinum, so er talið av vitjandi bara vaksið.

Og nú ber eisini til at fara á kafe í Fámjin og vitja á Café í Mýri – ella Mýru-kafeina, sum fámjiningar rópa hana.

Tað er Petur Martin Johannesen sum hevur tikið stig til Mýru-kafeina, sum liggur sera væl fyri, mitt í Fámjin við góðum útsýni oman til sjógvin og út á víkina. Og tá veðrið er til vildar, so er tað heilt framúr at sita úti á altanini og njóta útsýnið við einum kaffimunni ella øðrum.

Framhald undir myndunum.

Eg havi “vanligt kaffi” og espresso basera kaffi (góðskukaffi), greiður Petur Martin frá. So ber eisini til at fáa ein bita, tað er fiskasuppu, bolla við antin spanskari salami ella osti, og bolla við laks og eggjarør, og heimagjørda kaku, umframt ymisk søtmeti til kaffi. Til ber eisini at keypa øl, vín og sodavatn.

Framhald undir myndunum.

Tað hava verið nógv á vitjan í Mýru-kafeini í summar, eisini bólkar, og tá er tað best, um tey seta seg í samband við okkum fyrst og bíleggja, so alt kann verða klárt tá bólkurin kemur, sigur Petur Martn.

Café í Mýri er opin hvønn dag frá kl. 12 til kl. 19 fram til endan á summarfrítíðina.

Facebook viðmerkingar