Stórt ferðamannaskip á Vág

BySuðuroyarportalurin

29. juli 2026

Tórsdagin 30. juli kemur stóra ferðamannaskipið Deutschland á Vág.

Deutschland er 175,5 m langt og 23 m breitt, og er sostatt umleið 10 m longri enn Norrøna. Umborð eru umleið 500 ferðafólk og manningin telur 280.

Deutschland, sum er bygt í 1998, er innrættað í einum retro stíli samsvarandi luksus skipini frá 1920unum.

Deutschland leggur at í Vági kl. 07.00 og fer avstað aftur kl. 13.00.

Facebook viðmerkingar