Royn-dreingir til Vildbjerg Cup

BySuðuroyarportalurin

30. juli 2026

Vildbjerg Cup er ein av stóru og kendu fótbóltskappinginum í Danmark. Tað er eisini vanligt, at føroysk lið luttóka í Vildbjerg Cup í vestur Jútlandi.

Soleiðis er eisini í ár, har eitt dreingjalið úr Royn er farið til Vildbjerg Cup.

Í dag verður skrúðgonga og fyrstu dystirnar eru eisini á skrá.

Til Vildbjerg Cup eru tað umleið 650 lið, 9.500 leikarar, venjarar og ferðaleiðarar, umframt 9.000 foreldur, systkin og avvarandi annars.

Tað verða spældir umleið 2.000 dystir á 44 ymiskum fótbóltsvallum í Vildbjerg, har tað búgva 4.200 fólk.

Ferðalagið úr Royn kom til Danmarkar við Norrønu og verða í Danmark í eina viku.

Facebook viðmerkingar